Rokning 4a - Javnbók
Rokning 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 4 eru:
- Grundbók a, b
- Lærarabók a, b
- Uppgávubók
- Avritsmappa
- Hálvársroyndog heilársroynd
- Heimasíða: snar.fo/rokning
Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki: • At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi • At laga læringina til hvønn einstakan næming • Fakligt innihald og stigvísa framtøku Tillagað læring Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum. Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin. Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí. Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og hugdýping í huga. Fakligur greidleiki og umhugsni ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum. Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum: • Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan? • Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?