Rokning 5a - Javnbók
Rokning 5a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 5. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 5 eru:
- Grundbók a, b
- Lærarabók a, b
- Uppgávubók
- Avritsmappa
- Hálvársroyndog heilársroynd
- Heimasíða:
Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki:
• At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi
• At laga læringina til hvønn einstakan næming
• Fakligt innihald og stigvísa framtøku
Tillagað læring
Kapitlarnir í grundbókini eru skipaðir soleiðis, at miðað verður eftir at laga læringina til næmingar á ólíkum fakligum stigum. Týdningarmesta keldan til tillaging er Lærarabókin.
Til hvørja síðu í grundbókunum eru uppskot um, hvussu undirvísingin kann verða gjørd einfaldari, og hvussu hon kann verða gjørd meiri avbjóðandi hjá teimum næmingum, sum hava tørv á tí. Hetta ger tað lættari hjá læraranum at fremja næmingalagaða undirvísing við dygd og hugdýping í huga.
Fakligur greidleiki og umhugsni
ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum.
Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:
• Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?