Skip to main content

Rúmdin

Hvat gat eg sagt...

Author :

Simon Holland,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Rúmdin, ið Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá nógvum fyribrigdum í rúmdini. Greitt verður m.a. frá øllum sólarfylginum, frá gongustjørnum, halastjørnum, vetrabreytini og frá rúmdarferðum. Hinar báðar bøkurnar í røðini eru Havið og Regnskógurin.

Rúmdin
Rúmdin