Sálmar til fólkaskúlan - Læraravegleiðing (netútgáva)
Tilfarið er sett saman av tveimum næmingaheftum á ymiskum torleikastigi og einari læraravegleiðing.
Sálmar til fólkaskúlan, Miðdeild, er ætlað næmingum í 4. til 7. flokki. Lærarin verður tó í fleiri førum noyddur at hjálpa til. Sálmar eru torskildir og sjáldan á barnannna støði, hvørki málsliga ella innihaldsliga. Vit noyðast tí at hava ein virknan leiklut, og í summum førum verða vit noydd at lúka burturúr ella gera einfaldar uppgávur, alt eftir næminganna støði.
Sálmar til fólkaskúlan, Framhaldsdeild, er ætlað næmingum í 8. til 10. flokki. Her eru uppgávurnar torførari, men eisini her stendur tað til læraran at meta um, hvat næmingarnir eru førir fyri. Tilfarið kann eisini í stóran mun nýtast tvørgreinaligt. Her eru m.a. uppgávur í at samanbera sálmar, tekst og týðingar.