Samvirkisnám og floksleiðsla (netútgáva)
Í hesi bók verður samvirkisnám (samstarvslæra) sett saman við nógvum pørtum úr floksleiðslu, m.a. hvussu tú skipar og stuðlar læritilgongdirnar hjá næmingunum og ger tær tilelvandi, og hvussu tú fært fyrimunir av at leggja dent á ítøkilig øki sum innrættan av flokshøli, eina greiða dagsskrá, nógv virksisfýsni og tilvitað/ur gera næmingabólkar.
Í bókini eru nógvar venjingar, ið kunnu brúkast á øllum floksstigum í skúlanum. Í venjingunum kanst tú arbeiða og venja bæði fakligar og sosialar partar – ofta samstundis. Kapitlarnir í bókini umrøða evni sum eitt nú felagsskap, floksleiðslu, inklusión, sosialar førleikar, foreldrasamstarv og toymissamstarv – alt við samvirkisnámsháttum. Samvirkisnám og floksleiðsla er ein arbeiðsbók, og her eru nógvar venjingarsíður til bæði lærara, næmingar og toymi. Mette Stange er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur fleiri ára royndir við undirvísing. Hon hevur áður arbeitt sum námsfrøðiligur ráðgevi við denti á millum annað samvirkisnám og floksleiðslu. Hon er nú sjálvstøðugur ráðgevi í fyritøkuni MEBO-Consult. Aðrar bøkur um Cooperative Learning frá Dafolo: Cooperative Learning i indskolingen (Hanne Vogelius Mikkelsen), Kooperativ læring i undervisningen (Margit Weidner), Kooperativ læring i klasseværelset (Wendy Jolliffe), Bedre møder med Cooperative Learning (Susanne Nygaard og Åse Bille Jensen) og Perspektiver på Cooperative Learning (ritstj. av Annette Hildebrand Jensen).