Skip to main content

Sex, svøvnur og fagrar fyrimyndir

Lívfrøði - 7. flokkur og 8. flokkur

Author :

Pernille Rosenkvist,

Fakportalur :

Lívfrøði

Ert tú farin at vaksa úr klæðunum í seinastuni? Svevur tú nóg nógv, ella spælir tú teldu langt út á náttina? Veitst tú, hvaðani fríðkanarproduktini koma, og hvat er í teimum?

Í hesi undirvísingargongdini skalt tú læra um kynsbúning og um, hvussu lívsstílur ávirkar heilsu og vælveru tína. 

 

Um Lívfrøðiportalin

Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.

Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:

  • náttúran
  • kroppurin
  • kyknan
  • ílegurnar

Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.

Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:

  • Áin og lívið í ánni
  • Fuglar og fuglafrøði
  • Hagin – lív og vistskipanir
  • Havið og læran um tað

Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.

Les meira um portalin her

 

Sex, svøvnur og fagrar fyrimyndir