Skip to main content

Skjaldbøkan

Fakportalútgáva: Náttúra og tøkni og heimstaðarlæra

Fyri umleið 200 milliónum árum síðan vóru fyrstu skjaldbøkurnar á jørðini. Hesi mongu ár er sjáldsami kroppur teirra lítið og einki broyttur. Tað, sum eyðkennir bygnaðin, er skjøldurin. Skjaldbøkur eru skriðdýr, og dýraflokkurin eitur á latíni reptilia. Tað eru 12 skjaldbøkuættir og 250 ymisk skjaldbøku sløg. Har eru til dømis mýriskjaldbøkur, móruskjaldbøkur og sjóskjaldbøkur.

Eg skal siga tær frá landsskjaldbøkuni, sum er uppi á landi. Hon er í 25 ymiskum skjaldbøkusløgum. Trý sløg eru í Suður europa: grikska landsskjaldbøkan, mauriska landsskjaldbøkan og breiðrandaða skjaldbøkan. Tær líkjast allar: skjøldurin á vaksnu skjaldbøkuni er 20-30 sentimetrar langur og vigar um eitt kilo. Mauriska skjaldbøkan er tann vanligasta. Eins og rára "grikska systir" hennara er hon í Grikkalandi og londum kring Miðjarðarhavið. Breiðrandaða skjaldbøkan er í Suðurgrikkalandi.

Skjaldbøkan