Skygni 8 - Næmingabók
Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. 10 høvuðsevni verða viðgjørd, og harímillum er brot eitt nýtt høvuðsevni við tveimum sjálvstøðugum kapitlum.
Hetta er nýggj, broytt útgáva av Skygni 8. Støddfrøði til 8. flokk. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. Tíggju høvuðsevni verða viðgjørd. Eitt høvuðsevni er nýtt, og tað er brot, sum verður viðgjørt í tveimum sjálvstøðugum kapitlum. Til hvørt kapittul eru tvær støðuroyndir, blandaðar uppgávur, grønar og bláar síður, virkni við avritssíðum. Við teimum grønu og bláu síðunum ber til at laga undirvísingina til næmingin. Endamálið við Virknunum er fyrst og fremst at vísa næmingunum aðrar tættir í støddfrøðini. Á tí partinum eru fjølbroyttar uppgávur, ið eisini eru endurtøkur av tí fyrr lærda. Eingin uppgávubók er til nýggju útgávuna av Skygni 8, tí eru fleiri uppgávur við í nýggju grundbókini. Skúlabókagrunnurin hevur eisini givið út Orðabók og Lærarahefti til Skygni 8. Orðabókin er ein handbók til næmingarnar við frágreiðingum um orð, heiti og evni, ið hoyra til støddfrøðina í 8. flokki. Á læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar. Tað eru teir báðir Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava staðið fyri nýggju útgávuni. Grafik Studio hevur gjørt uppsetingina, og Hestprent hevur havt satsgerðina og prentumsitingina um hendur.