Sodningin
Brellbiti: Sodningin
Hvussu ber tað til, at tann maturin, tú etur, gerst tú?
Í hesi undirvísingargongdini skalt tú ein túr við gjøgnum sodningarleiðina og læra um mongu gøgnini, sum hjálpa tær at gagnnýta tað, tú etur og drekkur.
Um Lívfrøðiportalin
Í Lívfrøði 7–9 eru nógvar uppgávur, kanningar og verklig arbeiði, sum eru løtt at fara í holt við. Tilfarslistar og arbeiðsgongdir eru greið, og næmingarnir fáa høvi at arbeiða einsæris, í bólkum og saman við øllum flokkinum. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir leggja fram og venja seg at miðla fakliga vitan.
Útgávuheildin fevnir um 23 undirvísingargongdir, sum eru skipaðar eftir teimum fýra kjarnaøkjunum í námsætlanini:
- náttúran
- kroppurin
- kyknan
- ílegurnar
Fýra av undirvísingargongdunum eru skrivaðar av føroyskum fakfólkum og taka støði í føroyskari náttúru. Har verður dentur lagdur á, at lærari og næmingar fara út at kanna, eygleiða, savna tilfar og skráseta tað, tey finna.
Undirvísingargongdirnar um føroyska náttúru eru:
- Áin og lívið í ánni
- Fuglar og fuglafrøði
- Hagin – lív og vistskipanir
- Havið og læran um tað
Hinar undirvísingargongdirnar eru týddar og lagaðar til føroyska undirvísing. Alt tilfarið er ment í tøttum samstarvi við royndar føroyskar lívfrøðilærarar, sum hava roynt tilfarið í verki og givið fakligar og undirvísingarligar viðmerkingar.
