Søga Týsklands 1918-1939
Lýst við keldum
Bókin er eitt keldusavn, ið lýsir tíðarskeiðið, frá tí at fyrra heimskríggj endaði í 1918 og til seinna heimskríggj brast á í 1939. Keldurnar eru fjølbroyttar og ymiskar, t.d. friðarsáttmálar, verju- og samgongusáttmálar, lógir, fundarfrásagnir, røður, hugleiðingar, brot úr sjálvsævisøgum, blaðgreinar og hagtøl. Ætlanin við keldusavninum er, at lesarin sjálvur skal vera førur fyri at gera sær sínar metingar, tá ið hann lesur hesi søguligi skjøl.