Søgan um hini
1895-1981
Bókin er lýsing av einum parti av Føroya fólki, ið lítið og einki hevur verið skrivað um: tey brekaðu. Søgan um hini er givin út í samstarvi við M.B.F. og fevnir um tíðina frá aldarmótinum til 1981, ið var Ár teirra brekaðu. Hon er um andveik, sinnissjúk, epileptikarar, avlamin, talibrekað, blind og svárt tunghoyrd og umstøður teirra. Søgan um hini er lisin inn á band, og ljóðbandið fæst til láns á Landsmiðstøðini.