Skip to main content

Søgufrøði

Kelduviðgerð og háttaløg

Høvundur :

Kári Jespersen, Jens Pauli A. Nolsøe,

Price :

<p>168.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/2962/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin byrjar við tveimum táttum um, hvat søga er, og hvat endamálið er við søgu. Hví er søga so týðandi fak, hvørji eyðkenni hevur hon, og hvat kann hon brúkast til? Tátturin um skrivligar keldur snýr seg um at greina og tolka keldur. Í kelduviðgerðini verður komið inn á tekstasløg, metodusløg og metoduamboðini, hvørji tey eru, og hvussu og nær tey kunnu nýtast. Í bókini eru eisini arbeiðsuppgávur.

Í táttinum um munnligar keldur verður dentur lagdur á minni, siðvenju og tradisjón. Onnur keldusløg sum t.d. skaldskapur, myndir, kykmyndir, sjónbond og filmir verða tikin fram og viðgjørd. Í seinasta táttinum verður lagt fram um ástøðiligu evnini søguskriving, søgufatanir og áskoðanir um søgunnar gongd.

Søgufrøði
Søgufrøði