Skip to main content

Søga 4 - Næmingabók

ein søguferð

Høvundur :

Erling Isholm,

Price :

<p>348.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/7744/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.

Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at næmingurin frá byrjan av skilir føroyska søgu sum partur av eini størri heild. Í bókini eru 7 kapitlar, sum byrja við fyrstu tíðini í Føroyum, nakað er um Føroyingasøgu og søgu annars fram til 1600-1700. Umvegis undranarspurningar og uppgávur verða næmingarnir gjørdir tilvitaðir um sambandið millum søguna og teirra gerandisdag. 

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, kort, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Søga 4 - Næmingabók
Søga 4 - Næmingabók