Skip to main content

Søga 6 - Næmingabók

spírar til nútíðarsamfelagið

Høvundur :

Erling Isholm,

Price :

<p>348.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/9897/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Í bókini er dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp í gjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan borið til at ment samfelagið líka nógv, sum føroyska samfelagið er ment, síðan fyrstu fólkini komu henda vegin í landnámstíðini. Bókin hevur 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar.

  • Løgtingið var dómstólur leggur dent á at siga frá lógum, valdsbýti og revsingum.
  • Føroyingar binda hosur leggur dent á siga frá danskari yvirvøld í Føroyum, handilsviðurskiftum og arbeiði.
  • Fólkið fær valdið leggur dent á at siga frá um gongdina fram ímóti fólkaræði.
  • Sjónleikasøga sigur frá, hvussu føroyingar og føroyska samfelagið broytist til at fólk fáa sær frítíðarítriv, m.a. sjónleik, og hvussu sjónleikur ávirkar málið og yrkið hjá fólkum.
  • Føroyingafelag og tjóðskaparrørsla er um seinna jólafundin í 1888 og tað, sum kemur í kjalarvørrinum av jólafundinum, m.a. Føroyingafelag.
  • Føroyar fáa løgmann sigur frá heimastýrislógini og fyrsta løgmanni, og nøkrum hendingum, sum vóru undan og upp undir, at heimastýrislógin varð sett í gildið..
  • Søguligir persónar í 5 smærri pørtum verður sagt frá um 5 ymiskar konur, sum á onkran hátt hava gjørt okkurt serligt.

Um netbókina

Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, kort, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út.

Søga 6 - Næmingabók
Søga 6 - Næmingabók