Skip to main content

Støðisgreining, 8. flokkur - næmingahefti

næmingahefti

Høvundur :

Kim Foss Hansen,

Price :

<p>8.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6052/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Henda heildin í støddfrøði fevnir um næmingahefti við uppgávum ( SG til forskúla til og við 3. flokk og SG + FG frá 4. flokki til og við 9. flokki) og lærarahefti við nágreiniligari kunning og vegleiðingum. Til ber at rætta uppgávurnar við hond ella elektróniskt. Uppteljingarbløð liggja á Snar at taka niður, um rættað verður hond. Um rættað verður við teldu, kunnu lærarar venda sær til Føroya Skúlabókagrunn um vegleiðing. Tilfarið kann einans bíleggjast frá Bókamiðsøluni.

Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta tilfarið er til, tá lærararnar gera innanhýsis diagnostiserandi royndir. Tí skal tað bert brúkast sambært ætlaða endamálinum. Mælt verður til, at lærarar seta seg væl inn í læraravegleiðingina, áðrenn teir skipa fyri royndum. Eins umráðandi er at brúka tilfarið við umhugsni og varsemi, og at gera niðurstøðurnar við neyðugum fyrivarni. Mælt verður eisini til, at skúlin fær onkran serlærara at umsita hetta tilfarið og at skipa fyri og ráðgeva um, hvussu tað kann brúkast sambært ætlanini við tí.

Lærugrein: Støddfrøði

Tilfarið kann einans bíleggjast frá Bókamiðsøluni, bms@bms.fo.

Støðisgreining, 8. flokkur - næmingahefti
Støðisgreining, 8. flokkur - næmingahefti