Støðisgreining, Forskúlin - lærarabók
Innanhýsis diagnostiserandi royndir, testir, til føroyska skúlaverkið. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn teir fara at skipa fyri royndum. Og tað er eins umráðandi at gera vart við, at tilfarið skal nýtast við umhugsni og varsemi, og at niðurstøðurnar verða gjørdar við neyðugum fyrivarni. Verkið fevnir um royndir til næmingarnar og vegleiðingar til lærararnar frá forskúla til 10. flokk. Regin av Steinum, lærari, hevur týtt og lagað til føroyskt, og Annemia Højgaard, Lena Jacobsen, Edvard Olsen og Rúni Juul, lærarar, hava havt fakligu og námsfrøðiligu viðgerðina av tilfarinum um hendur.
Tilfarið kann einans bíleggjast frá Bókamiðsøluni, bms@bms.fo.
Eftir áheitan frá lærarum samtykti skúlabókanevndin at fara undir føroyska útgávu av donsku verkunum Matematik Grundlæggende (MG) og Færdigheder Grundlæggende (FG) eftir Kim Foss Hansen, ið Psykologisk Forlag hevur givið út, og sum á føroyskum hava fingið heitini Støðisgreining (SG) og Fimisgreining (FG). Mett varð, at tørvur var á slíkum innanhýsis diagnostiserandi royndum, testum, í føroyska skúlaverkinum. Verkið fevnir um royndir til næmingarnar og vegleiðingar til lærararnar frá forskúla til 10. flokk. Uppteljingarbløð eru løgd út á heimasíðu grunsins, www.fsg.fo, til læraran at taka niður. Um stutta tíð verður eitt excelark við talgildari samanteljing eisini lagt út á heimasíðu grunsins. Tað er umráðandi at gera vart við, at hetta er tilfar til lærararnar og skal bara brúkast sambært ætlaða endamálinum. Tí verður mælt til, at lærarar seta seg væl inn í hesar læraravegleiðingarnar, áðrenn teir fara at skipa fyri royndum. Og tað er eins umráðandi at gera vart við, at tilfarið skal nýtast við umhugsni og varsemi, og at niðurstøðurnar verða gjørdar við neyðugum fyrivarni. Mælt verður eisini til, at skúlin fær onkran serlærara ella lærara at umsita hetta tilfarið og skipa fyri og ráðgeva um, hvussu tað kann verða brúkt sambært ætlanini við tí. Regin av Steinum, lærari, hevur týtt og lagað til føroyskt, og Annemia Højgaard, Lena Jacobsen, Edvard Olsen og Rúni Juul, lærarar, hava havt fakligu og námsfrøðiligu viðgerðina av tilfarinum um hendur. Føroyaprent hevur sett og prentað tilfarið. Tað verður gjørt vart við, at tilfarið bara fæst frá Bókamiðsøluni og bara verður selt skúlum, stovnum og lærarum. Í fyrstu syftu verður tilfarið til forskúla, 1., 2. og 3. flokk givið út.