Stutt mállæra. Uppgávur til 8. flokk
til 8. flokk
Til mállærubókina Stutt mállæra verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Hetta er heftið ætlað 8. flokki, men sum væl kann brúkast til 9. flokk. Í uppgávuheftinum eru 39 mállæruuppgávur. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til ta greinina í Stuttari mállæru, sum viðger sama evni. Í uppgávuheftinum eru eisini ymsar orðagátur, ið eru at rokna sum eykatilfar til ítrivs. Harafturat verða uppgávur til mállæruna eisini lagdar út á heimasíðuna.