Stuttlig minustøl 0-20
Bókin er eykatilfar til støddfrøði. Uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini um tøl upp til 20 og um at draga frá. Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini kenna aftur úr sínum gerandisdegi.