Skip to main content

Súgdýr

Hvat gat eg sagt...

Author :

Anna Lofthouse, Sarah Walker,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.

Í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley eru 4 aðrar bøkur komnar út við felagsheitinum Hvat gat eg sagt.... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum teksti lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið forlagnum og borga fyri, at innihaldið er fullgott. Frammanundan eru bøkurnar Havið, Regnskógurin, Rúmdin og Jørðin komnar út. Á hvørjari bókini sær eru nógvar forvitnisligar og livandi myndir, ið ikki bert eru ein fragd fyri eygað, men samstundis siga sína søgu ofta betur enn mong orð megna at gera. Bókarøðin er løtt og greidliga skrivað og á tremur við upplýsingum til børn og ung. Aftast í bókunum eru orðalýsingar og leitorðalistar, so lætt er at finna fram til tær røttu upplýsingarnar.

Súgdýr
Súgdýr