Skip to main content

Súlan - Ása og Ró lita - Mín lesibók 3

Mín lesibók 3

Høvundur :

Gunvør Højgaard,

Price :

<p>38.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8034/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Mín lesibók 1-17 eru smáar lesibøkur, ætlaðar at venja avkodingina og sambandið millum bókstav og ljóð. Endamálið er, at børnini gerast tryggir avkodarar, so at tey megna at lesa vanligan tekst.

Bøkurnar eru skrivaðar við avmarkaðum tali av bókstavum, í fyrstu bókini eru bert 8 bókstavir við, so líðandi koma fleiri bókstavir afturat. Tilskilað er í hvørjari bók, hvørjir bókstavir hava verið í bókunum frammanundan, og hvørjir eru nýggir. Bókstavaraðfylgjan fylgir í mest møguligan mun Súluni, men er ikki heilt tann sama. Einstakar orðamyndir eru í fyrstu bókunum – smá orð, sum eru neyðug at hava við, skulu vit skriva samanhangandi tekst. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun og er tilætlað skrivaður við nógvum endurtøkum.

Súlan - Ása og Ró lita - Mín lesibók 3
Súlan - Ása og Ró lita - Mín lesibók 3