Skip to main content

Svøríki

Vit í Norðurlondum

Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu lænast frá LMS.

Gamli, hugnaligi býurin Vadstena, sum er gitin fyri Birgittukleystrið, veksur, tí hann dregur gomul eftirlønt fólk og nógv ferðafólk til sín. Falun er eisini gamal býur við hugnaligum býarlívi, nógvum ídnaði og útbúgvingarmøguleikum. Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út í samstarvi við hini Norðurlondini. Vit í Norðurlondum sigur frá, hvussu fólk lívbjarga sær í teimum sjey londunum, sum tilsamans eru Norðurlond. Vit fáa fjølbroytta mynd av náttúru, samfelagi og menning í nítiárunum. Sjónbond og næmingahefti vísa, hvussu ymiskt fólk liva í smábygdum, stórbygdum og býum. Vit í Norðurlondum er undirvísingartilfar í náttúru/tøkni, landalæru og samfelagslæru, so at næmingarnir síggja, hvussu samfelag teirra - sum onnur samfeløg - broytist, tí at t.d. samskifti og flutningur gera heimin hjá teimum minni. Vit í Norðurlondum er um ymisk rák uppi í tíðini: hátøkni verður meira brúkt, vinnubýtið broytist, fólk flyta av fjarløgdum støðum, nærbýlt verður í stórbýnum, hvussu náttúrutilfeingið verður brúkt og vansar at halda náttúrugrundarlagið. Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond. Tilsamans 14 sjónbond til bókarøðina Vit í Norðurlondum kunnu lænast frá LMS.

Svøríki
Svøríki