Tann stóri bresturin
Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...
At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til himmals og niður aftur, sendi ein óhugnaligan skjálvta gjøgnum teir fýra dreingirnar. Bókin eru bólkað í fimta torleikastigi.