Tekn til børn
Fløga
Fløgan er ein góður námsfrøðiligur stuðul til orðabókina. Øll teknini í orðabókini eru við. Til ber at blaða í orðunum, seta orð saman, gera setningar úr orðalistanum og arbeiða við evnum. Brúkarin fær í einum spæli høvi at royna sín førleika. Orð og setningar kunnu prentast út og t.d. heingjast upp. Fløgan er løtt at arbeiða við og skjótt gongur at fáa orðini fram. Repro-Z hevur í samstarvi við Skúlabókagrunnin staðið fyri layout, forritan og fløgugerð. Tekniskt er fløgan eitt vælaverk, ið ikki smæðist burtur millum annað útlendskt tilfar.