Teknmál
Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu brúka tekn. Á fløguni eru umleið 3000 tekn, ið verða sýnd við livandi myndum.
Teknmál hjá deyvum og tunghoyrdum fólki
Tað er neyðugt, at foreldur og onnur, ið eru saman við fólki, ið eru tunghoyrd ella deyv, nýta teknmál í dagliga samskiftinum. Tann tunghoyrdi ella deyvi fær ikki nóg góðan málsligan førleika bara gjøgnum hoyrnina, og tey hoyra heldur ikki sína egnu rødd. Tí mennist talumálið hjá deyvum fólki ikki á sama hátt sum hjá teimum, ið hoyra.
Ígjøgnum sjónina fær tann deyvi sína málsligu vitan og sínar upplivingar, sum gera, at tann deyvi mennist og skilur umheimin.
Tey deyvu hava ment teknmálið í øldir. Teknmálið er orðaríkt, hevur sína egnu mállæru, og tey deyvu nýta teknmálið á sama hátt, sum tey, ið hoyra, nýta talumálið. Tey flestu deyvu børnini eiga foreldur og næstrafólk, sum hoyra, og sum ikki áður hava verið kunnað um teknmál. Við eiga at leggja dent á, at eisini hjá hesum børnum eru foreldrini og næstrafólk besti stuðulin, tá ið talan er um menning barnsins tey fyrstu árini. Hjá deyvum og tunghoyrdum eru einstøk tekn ikki nóg mikið. Teimum tørvar teknmál, og hetta læra tey, tá ið tey eru saman við øðrum deyvum børnum ella vaksnum.
Útgáva Vit vóna, at fløgan verður til gagns hjá øllum teimum, ið hava tørv á teknmáli í gerandisdegnum, bæði innan skúlagátt, men eisini foreldur, avvarðandi og onnur áhugað.