Teseus 4 - Tey svørtu seglini
Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her.
Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær frá, tá ið skipið hjá tær kemur aftur. Brúka tey hvítu seglini, um tú ert á lívi. Sigur hann mær, at seglini eru svørt, tveiti eg meg í havið. Eg komi aftur. Lít á tað. Tú veitst, at Poseidon er við mær. Teseus mussar gamla pápa sín.