Tey í sætta - Nýggja gentan í flokkinum
Fyrsta bókin til grøna krabban er Nýggja gentan í flokkinum. Hetta er fyrsta bókin í røðini Tey í sætta, sum fyribils eru 4 bøkur. Røðin er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini lítlari løtu kann venda øllum á høvdið.
Trine Juul Hansen hevur skrivað. Hon er útbúgvin lærari og hevur skrivað hópin av lættlisnum bókum til børn og ung. Yndisbók hennara er Tann lítli prinsurin eftir Saint-Exupery. Bókin eru bólkað í sætta torleikastigi.