Skip to main content

TRAS. Blað

Høvundur :

Unni Espenakk, Margret K. Færevaag, Jørgen Frost, Hans Grove, Erna Horn, Inger K. Løge, Ragnar G. Solheim, Åse Kari H. Wagner,

Price :

<p>198.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5762/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Sernámsdepilin hevur saman við Mentamálaráðnum og Føroya Skúlabókagrunni tikið stig til at geva út tilfar at nýta á dagstovnum.

Tilfarið er upprunaliga norskt, og granskarar og starvsfólk á stovnum, sum arbeiða við børnum við málsligum trupulleikum og lesitrupulleikum, hava ment og skrivað tilfarið.

Umsett og tillagað tilfarið til føroyskt hava Sissal M. Rasmussen, Doris Hansen og Mona N. Steintún.

TRAS er eitt eygleiðingaramboð at brúka á dagstovnum til at meta um málsligu menningina hjá børnum undir skúlaaldur. Endamálið við tilfarinum er at økja vitanina um og áhugan fyri málsligu menningini hjá børnum.

Tilfarið fevnir um eina handbók og eitt eygleiðingarblað. Í handbókini eru ástøðiligar frágreiðingar og praktisk hugskot til, hvussu ein kann menna børnini málsliga. Eygleiðingarblaðið verður nýtt til at hyggja at ymiskum økjum innan samskifti hjá barninum, so ein kann síggja, á hvønn hátt ein best kann stimbra barnið, eisini um barnið hevur málsligar trupulleikar ella seinkaða málsliga menning. Ætlanin við tilfarinum er, at farið verður tíðliga undir at stimbra barnið innan júst tað øki, tað hava tørv á. Økini, sum hugt verður at eru: samspæl, samskifti, ansur, málfatan, málsligt medvit, úttala, orðagerð og setningsgerð. Hesi øki hava øll stóran týdning fyri sosialu, kensluligu og fatanarligu menningina hjá barninum.

Umframt á føroyskum fæst tilfarið eisini á nýnorskum, bókmáli, svenskum og donskum. Tilfarið er ætlað sum hjálpiamboð hjá serkønum fólki, ið arbeiða við børnum, og kann tí einans bíleggjast frá Bókamiðsøluni.

Í formælinum skriva týðararnar soleiðis: Vónandi verður handbókin á listanum yvir kravdar bókmentir til útbúgvingar, ið geva førleikar at arbeiða við málmenning hjá børnum undir skúlaaldri í framtíðini.

TRAS. Blað
TRAS. Blað
  • 198.00 kr.

    Keyp útgávuna