Vandamikil dýr
Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín?
Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og nøkur eru eisini vandamikil fyri fólk.