Villini súgdjór í útnorðri
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so tað er lætt hjá lesaranum at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Myndateksturin er so háttaður, at hann saman við bókatekstinum og myndunum ger bókina nýtiliga á ymsum stigum í undirvísingini. Jenny Lydersen hevur skrivað myndatekstin.
Í bókini verða djórini lýst hvørt eftir annað, sum tey verða flokkað djórafrøðiliga, og øll djórini verða lýst og viðgjørd við 6 høvuðsspurningum. 1. Hvussu sær hann ella hon út? 2. Hvussu víða reikar hann/hon, og hvar heldur hann/hon til? 3. Hvørjum livir hann/hon av? 4. Lívsháttur. 5. Hvussu nørist og mennist hann/hon? 6. Stovnsmeting og veiða. Eftir inngangin til hvønn djóraflokk er eitt skipað yvirlit, har ið øll djórini í teimum ymsu djóraflokkunum í ÿtnorði eru tikin uppí. Aftast í bókini er eitt yvirlit við djóraheitum á føroyskum, latínskum, enskum, donskum, norskum, íslendskum og grønlendskum, orðalýsingar, styttingar og bókmentalisti.