Skip to main content

Vit práta og tekna 1

Høvundur :

Hallgerð Hansen,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er ætlað børnum ta fyrstu tíðina í 1. flokki, men er eisini væl egnað til forskúlar og eldri barnagarðsflokkar. Her verður prátað, teknað og lurtað eftir ljóðum. Bókin er hent hjá læraranum at fáa eina hóming av, hvussu búgvið barnið er handaliga, málsliga og at fara undir at lesa.

Somuleiðis eigur at verða spælt og sungið. Venjingar eru í at læra børnini, hvønn veg lisið og skrivað verður. Tað nýggja í hesari útgávuni eru uppskot um at arbeiða við myndum. Eggjað verður til at gera eina samtalubók ella talvubók við myndum. Telduforrit, sum góð amboð til myndaviðgerð, verða nevnd. Hesar venjingar eru ætlaðar at stuðla barninum málsliga og at hjálpa tí at skilja mannagongdina í einari bók betur. Aftast í bókini eru síður við myndum til børnini at seta saman og gera søgur burturúr.

Vit práta og tekna 1
Vit práta og tekna 1