Skip to main content

Ynskibarnið

Krabbabók

Høvundur :

Bodil Vidnes-Kopperud,

Tá ið Ynskibarnið var skrivað, var loyvt støkum at ættleiða børn úr Kina. Síðan hava kinesisku myndugleikarnir hert krøvini til ættleiðingarforeldur. Vit kunnu kjakast um orsøkirnar til tað, men kanska hava tey viljað sett barnsins tørv í fremstu røð. Helst hevur hugsanin verið, at eitt ættleitt barn eigur at hava tvey foreldur. Bodil Vidnes-Kopperud fekk hugskotið til bókina eftir eina ferð í Kina, har hon av tilvild hitti ættleiðingarforeldur, sum vóru komin til landið eftir børnum sínum. Tað nam við hana.

Søgan um ynskibarnið er søgan um Noru, sum er ættleidd av mammu síni, ið er støk. Nora og mamman hava tað gott, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Tað besta, Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana.

Lena Jacobsen týddi. Bókin er bólkað til 4. torleikastig. Hon kostar kr. 90.

Bodil Vidnes-Kopperud er fødd í 1975 og hevur lisið leiklist í London. Hon hevur arbeitt sum leikstjóri og leikritskrivari í sjónleikarhúsum fyri børn og ung.

Kåre Martens hevur teknað.

Ynskibarnið
Ynskibarnið