Skip to main content

Tað er tín avgerð

Tað er tín avgerð

Hesin bóklingur er um at verja tínar persónsupplýsingar. Bóklingurin greiðir frá, hvussu tínar persónsupplýsingar kunnu koma á skeivar hendur og verða brúktar á óhepnan hátt, og hvussu tú kanst verja hesar upplýsingar.

Sumt visti tú kanska frammanundan, meðan annað er, sum tú kanska ikki visti. Vit vóna, at bóklingurin kann birta undir kjak - og møguliga fáa teg at hugsa av nýggjum. Endamálið er at læra teg at taka avgerðir, sum eru rættar fyri teg.

Tað er tín avgerð. Tak niður


Tað er tín avgerð 2

Bóklingur við góðum ráðum, hvussu ein ber seg at á netinum.

Dátueftirlitið hevur givið út bóklingin í samstarvi við Føroya Tele, Miðlaráðið og SSP.

Hesin bóklingur er til tín. Hann er bæði um tað stuttliga og gevandi, sum tú kanst gera á netinum, men eisini hvat tú kanst gera, so tú ikki kemur illa fyri á netinum.

Sumt visti tú kanska frammanundan, meðan annað er, sum tú kanska ikki visti. Vit vóna, at bóklingurin kann føra til lívligt prát um, hvussu tú kanst nýta internetið uppá tann góða mátan. Endamálið er at læra teg at taka avgerðir, sum eru rættar fyri teg.

Tað er tín avgerð. Tak niður