Skip to main content

Grønmetisdyrking online

10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um grønmetisdyrking í Føroyum

Várið er á gáttini og mong eru so smátt farin farin at hugsa um urtagarðin. Men hvørjar plantur trívast her á landi? Hvar byrjar tú, um tú vil hava grønmeti at trívast heima í urtagarðinum? Hvørji fræ hóska væl til okkara veðurlag?  

Hetta – og mangt annað – kanst tú lesa um í bókini "Plantur til matna", sum er fyrsta føroyska lærubók um grønmetisframleiðslu. Nám hevur givið bókina út, og Sigga Rasmussen hevur savnað saman tilfar og skrivað bókina. Hon er ætlað undirvísing, men er minst líka áhugaverd fyri øll, sum hava ein urtagarð ella droyma um at byrja grønmetisdyrking í Føroyum.

Les bókina ókeypis her:
Plantur til matna á netinum

Onnur tíðindi

03.06.2026

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Les meira
24.03.2026

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Les meira
20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Les meira