Skip to main content

Landsroyndir hesa vikuna

13.04.2026

Hesa vikuna vera landsroyndirnar hildnar í 4. og 6. flokki. Næmingarnir skulu royna seg í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Hesa vikuna verða landsroyndir hildnar í fólkaskúlunum kring landið. 

Landsroyndirnar eru fyri næmingar í 4. og 6. flokki og verða hildnar í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Landsroyndirnar eru ikki próvtøkur, men ein fastur partur av arbeiðinum at menna og styrkja dygdina í undirvísingini og geva næmingum, lærarum og skúlum eitt innlit yvir fakliga støðið fyri hesi floksstigini. 

Skúlarnir hava kunnað næmingar og foreldur um royndirnar, og undirvísingin verður annars skipað sum vanligt í vikuni.

Onnur tíðindi

04.05.2026

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Les meira
30.04.2026

Próvstovan er stongd allan mánadagin tann 4. mai.

Les meira
13.04.2026

Hesa vikuna vera landsroyndirnar hildnar í 4. og…

Les meira
27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Les meira