Skip to main content

Góð ráð tá ið kreppur raka

21.12.2022

Vit vaksnu hava ábyrgdina, og her eru nøkur góð ráð um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum og ungum, tá ið kreppur raka.

Børn og ung bæði ávirkast og reagera ymiskt, tá óvæntaðar skakandi hendingar koma fyri. Summi børn og ung verða lítið ávirkað og hava tað fínt, uttan at vit vaksnu skulu gera so nógv fyri at stuðla og hjálpa. Og í slíkum førum, er týdningarmikið, at vit ikki trýsta tey at skula taka støðu til spurningar, ivamál ella kenslur um hendingina. Men vit vaksnu eiga at vera vakin og fylgja við hvussu børnini og tey ungu hava tað, hvat tey tosa um sínamillum, og hvat tey hava sæð og hoyrt um hendingina, soleiðis at vit eru til reiðar at møta teimum við og stuðla teimum.

Frá royndum og gransking av skakandi hendingum, vita vit, at børn og ung kunnu hava reaktiónir, tankar og kenslur, sum vit vaksnu skulu hjálpa teimum við.

Hetta kunnu millum annað vera ótti, ræðsla og stúran. Svøvntrupulleikar, afturvendandi tankar um tað, sum farið er fram, dapurleiki, gleðiloysi, erkvisni, viðkvæmi ella hjálparloysi.

 

Lurta og legg til merkis hvat barnið – ella tann ungi – hevur á hjartað

  • Lurta eftir hvat barnið ella tann ungi fortelur ella roynir at úttrykkja. Viðurkenn bæði kenslur og tankar, og vissa barnið ella tann unga um, at tað er heilt ok og vanligt at hava slíkar kenslur ella tankar. Lat barnið seta spurningar og gev tær tíð at lurta.

Ikki undirmeta hvat barnið ella tann ungi hørir og sær

  • Børn og ung fáa ofta nógv meira við, enn vit halda. Tí skulu vit vera til staðar, nærverandi og lurta eftir tí, sum barninum tørvar hjálp til. Vit skulu hjálpa teimum at skilja, hvat tað er sum hendir, hvar í heiminum, tað hendir og seta tað í perspektiv

Gev teimum nágreiniliga information, ikki ov nógv, ikki ov lítið - tillagað aldrinum hjá barninum

  • Vit skulu geva børnunum og teim ungu passandi informatión. Vit skulu fortelja sannleikan, uttan at fara í ov nógvar smálutir. At hetta er ein sera harmilig støða og at nógv vaksin gera nógv fyri at hjálpa teimum, sum eru rakt av hendingunum og teirra avvarandi. Jú eldri børnini eru, jú meira informatión kunnu tey fáa. Men best er ofta at geva greiða stutta informatión fyrst og so annars vera til staðar og til reiðar at lurta og svara spurningum og ivamálum, sum ofta koma so líðandi.

Fylg við í, hvat barnið og tann ungi sær og hoyrir á sosialu miðlunum

  • Vit vita at nógv børn og ung síggja og hoyra tíðindir og filmsbrot um tað, sum hent er á sosialu miðlunum. Bæði rætta og falska kunning. Hetta kann bæði forvirra og skapa óneyðugan ótta og stúran. Her mugu vit hjálpa teimum bæði at avmarka hvat tey síggja og hoyra, og at skilja millum hvat er følsk og røtt kunning. Vit eiga at geva teimum møguleika at tosa um tað tey síggja, uttan at vit eru dømandi, og hjálpa teimum ikki at deila filsmbrot, sum eru óhugnalig. Vit kunnu vísa teimum á, at tað er gott at hava langar og nógvar steðgir frá sosialu miðlunum. Og at tey kunnu fáa kunning á annan hátt, antin við at spyrja tey vaksnu, ella síggja tíðindi, barnatíðindi og annað saman við vaksnum.

Tak tær av óttanum, stúranum og skapa tryggleika

  • Nøkur børn eru stúrin um at tað sum hent er, fer at henda aftur, ella at vinir, familja ella fólk tey kenna, kunnu verða rakt. Greið barninum frá at hetta er ein ófrættakend støða, men at tað eru nógv vaksin, sum gera nógv fyri at gera tað trygt aftur, og veita hjálp til tey raktu.

Hjálparloysi

  • Nøkur børn verða rakt av hjálparloysi og vónloysi í slíkum støðum. Tá mugu vit sum vaksin lurta eftir hesum tonkum og kenslum, og viðurkenna tær sum heilt vanligar. Vit kunnu eisini vísa teimum á, at tað eru tey vaksnu sum hava ábyrgdina fyri hesi støðu.

Verj tey fyri vaksnamannapráti

  • Eru vit sum vaksin sera stúrin um hendingina, og hava vit tørv á at tosa nógv um tað, eiga vit at gera hetta uttan at barnið, ella tann ungi, er til staðar. Børn og ung kunnu fáa óneyðuga stúran og ótta, um tey hoyra okkum vaksnu tosa um okkara stúranir. Vit kunnu tó vísa samkenslu við børnum og teirra familjum, sum á ein ella annan hátt eru rakt av hendingini.

Nøkur góð ráð til hvussu tú, sum vaksin, kanst styrkja teg sjálva – soleiðia at tú eisini betri orkar at stuðla børnum og ungum

  • Liv so vanligt sum møguligt – lat ikki ótta ella stúranir fáa alt ræði.
  • Ger okkurt sum tær dámar, fá regluligan svøvn, heilsugóðan mat, kom út í fríska luft, tosa við onnur, ven, lurta eftir góðum tónleiki, ger yoga ella meditera, og avmarka hvussu nógv fylgt verður við fjølmiðlastreyminum, eru góð boð upp á, hvussu vit kunnu styrkja okkum.

 

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi