Føroyskt í miðnámi
Grannamál í mitCFU
Tvey mál verða mett at vera grannamál, tá málini í bygnaði og orðfeingi eru somikið lík, at málbrúkararnir uttan stórvegis hóvasták skilja hvønn annan. Føroyskt og íslendskt hava sera nógv í felag og verða mett at vera grannamál. Tó eru somikið stórir munir í úttalu, at sigast kann ikki, at føroyingar og íslendingar uttan hóvasták skilja hvønn annan. Nakað lættari er tó at skilja skriftmálini hjá hvørjum øðrum. Somuleiðis hava føroyskt og norskt (nýnorskt) eisini nógv í felag og verða mett at vera grannamál.
Skandinavisku málini, t.e. danskt, norskt og svenskt eru sínámillum grannamál, og gjøgnum danskt skilja føroyingar eisini heilt fitt av norskum (bókmáli) og svenskum.
Í Føroyum og í øðrum Norðurlondum eru krøv um grannamálsundirvísing bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Hesi krøvini hava støði í norðurlendskum málpolitikki, sum politiskir leiðarar hava tikið stig til og undirskrivað.
Í kunngerðini um norðurlendskan málpolitikk frá 2006 stendur, at allir norðbúgvar skulu kunna samskifta hvør við annan, fyrst og fremst á einum skandinaviskum máli.
Fyri at kunna hetta, eiga allir norðbúgvar at ogna sær fatan av og kunnleika í einum skandinaviskum máli og fatan av hinum skandinavisku málunum, so at tey kunnu vera við í norðurlendska málfelagsskapinum.
Í føroyska skúlaverkinum eru krøv um grannamálsundirvísing í lærugreinunum føroyskum og donskum. Í føroyskum eru tað serliga íslendskt og norskt (nýnorskt), sum arbeitt verður við, meðan næmingarnir í donskum arbeiða við svenskum og norskum bókmáli.
Í mitCFU ber til at stroyma filmar og sendingar á grannamálunum beinleiðis í undirvísingini. Eisini ber til at læna filmar og sendingar til næmingarnar, so tey sjálv kunnu stroyma á sínum eindum, antin í undirvísingini ella heima. Vit hesum kunnu næmingarnir venja seg við at hoyra norskt og íslendskt og harvið fáa fatan av grannamálunum í talu. Tilfarið kann sjálvandi eisini viðgerast tematiskt og vera partur av størri undirvísingargongdum.
Í mitCFU eru t.d. norska sendirøðin Skam og filmsgerð av skaldsøguni Sofies verden. Av íslendskum tilfari kunnu nevnast virðislønti filmurin Hjartasteinn (Heartstone) og kenda krimirøðin Ófærð (Trapped). Filmarnir hava danskan undirtekst, sum kan veljast til ella frá.
Leinki til ymiskt undirvísingartilfar í grannamálum:
Filmar og sendingar á norskum og íslendskum (faldari)
Filmar og sendingar á norskum og íslendskum (minnislepi í mitCFU)