Skip to main content

Námsfrøðilig menning

Kjattbottar innan skúlagátt – ein hugleiðing

23.02.2023

Síðani ChatGPT bleiv heimskendur, er sera nógv skrivað um hann. Serligt fokus hevur hann fingið innan skúla- og útbúgvingarøkinum í øllum heiminum. Nógvir spurningar stinga seg upp, t.d. hvussu tryggja vit, at uppgávurnar eru gjørdar av einum menniskja og ikki av einum tilgjørdum viti? Summi skúlafólk tala fyri at steingja netið, at fara aftur til pappír og blýant. Onnur eggja til at summa seg og leggja upp til, at skúlin skal læra næmingarnar at brúka kjattbottin gagnligt. Øll eru tó á einum máli um, at bottarnir eru komnir fyri at vera, og at vit á ein ella annan hátt mugu taka støðu til teir.

Kjattbottar innan skúlagátt – ein hugleiðing

Dorthe Pedersen

“The Turing Test” ella “imitation game”. Soleiðis kallast slóðbrótandi royndin, sum bretski støddfrøðingurin, Alan Turing, kom fram við í 1950. Hetta er ein roynd, sum er ment við endamálinum at avgera, um ein maskina kann hugsa sum eitt menniskja. Upprunaliga er royndin rættiliga einføld; tvey afturlatin rúm, tveir persónar og ein maskina/telda. Eini persónurin og teldan skulu vera í hvør sínum afturlatna rúmi, meðan hin persónurin skal vera dómari. Teldan og persónurin í afturlatna rúmunum skulu hvør í sínum lagi royna at sannføra dómaran um, at tey eru menniskju. Síðani 1950 hevur Turing-royndin verið víðagitin og góðkend sum háttalag at meta um, hvørt ein maskina megnar at vísa menniskjaligt vitsevni.

I believe that in about fifty years’ time it will be possible to programme computers, with a storage capacity of about [10x9th power] to make them play the imitation game so well that an average interrogator will not have more than 70 percent chance of making the right identification after five minutes of questioning.(A. M. Turing (1950) Computing Machinery and Intelligence)

Hetta skrivaði Alan Turing í 1950. Nærum 75 ár eru liðin, og nógv er hent á økinum. Í desember í fjør varð nýggi og nógv umrøddi kjattbotturin hjá OpenAI, ChatGPT, avdúkaður.

Eisini ChatGPT hevur tikið eina Turing-roynd og staðið! ChatGPT megnaði at sannføra eina dómsnevnd um, at hann hevur menniskjaligt vit. Hetta varð gjørt við at nýta mál- og samrøðusnildir og við at láta sum um, at hann hevur sosialar førleikar.

 

Hvat vil tað siga at kunna hugsa?

Amerikanski heimspekingurin, John Searle, vísti Turing-royndina aftur við einum tankaspæli, kallað “The Chinese Room”. Við hesum vildi hann prógva, at ein maskina ongantíð kann læra at hugsa sum eitt menniskja. Í tankaspælinum situr ein persónur, sum ikki skilir kinesiskt, einsamallur í einum afturlatnum rúmi. Við sær hevur hann leiðbeiningar, reglur og mállæru, skrivað á sínum egna máli, um, hvussu kinesiskt verður skrivað. Hann hevur eittans samband við umheimin; gjøgnum eina lúku móttekur hann smáar seðlar á kinesiskum við spurningum, sum hann skal svara. Við at gera eftir ráðum frá leiðbeiningini snikkar hann svar aftur á kinesiskum, so fólkið uttanfyri heldur, at hann skilir og dugir kinesiskt. Sambært Searle er tað, sum fer fram í rúminum, ein handfaring av teknum, sokallað symbolmanipulatión. Og er hetta júst tað sama, sum ein telda ger; hon handfer tekn, sum er lagt í hana. Talan er so statt ikki um fatan ella skil. Hetta er sambært Searle prógvið um, at ein maskina ongantíð kann læra at hugsa sum eitt menniskja.     

The reason that no computer program can ever be a mind is simply that a computer program is only syntactical, and minds are more than syntactical. Minds are semantical, in the sense that they have more than a formal structure, they have a content. (John Searle (1984) Minds, Brains and Science)

Tað serstaka við menniskjavitinum er so statt, at tá vit tosa ella hugsa, er tað altíð við onkrari ætlan, tað er altíð fest ímóti onkrum, og vit skilja orðini, sum verða søgd og megna at hugsa abstrakt. Teldan ella maskinan hinvegin er avmarkað til tað, sum er lagt í hana, og hon megnar ikki at fara aftur um orðini og skilja týdningin av teimum. Sambært Searle fer ein telda ongantíð at kunna tað, heldur ikki í framtíðini.

Ætlanin við Turing-royndini var tó ikki, at maskinan skuldi verða sum eitt menniskja, men Alan Turing sá fyri sær, at onkur maskina við tíðini fór at rúma so stóra mongd av dátum, at hon fór at megna at lumpa seg til eina menniskjaliga hugsan.

Hvat so? Kunnu vit spyrja. Tí hóast Searle kann hava rætt í, at menniskjaliga tilvitið er eitt eindømi og ikki letur seg eftirgera fullkomiliga, hevur ChatGPT staðið Turing-royndina! Seinasta orðið er ikki skrivað. Kappdubbing er í gongd, Microsoft er nú komið fram við sínum frábrigdi av einum kjattbotti, kallað Bing AI. Tilgjørt vit er komið fyri at vera.

 

Lívsmeistring framum avrik

Síðani ChatGPT bleiv heimskendur, er sera nógv skrivað um hann. Serligt fokus hevur hann fingið innan skúla- og útbúgvingarøkinum í øllum heiminum. Nógvir spurningar stinga seg upp: gevur tað meining at geva næmingum skúlating fyri, tá teir hava atgongd til ChatGPT? Og hvussu við skrivligum uppgávum? Hvussu tryggja vit, at uppgávurnar eru gjørdar av einum menniskja og ikki av einum tilgjørdum viti? Ber tað í heila tikið til at eftirkanna? Summi skúlafólk tala fyri at steingja netið, at fara aftur til pappír og blýant. Onnur eggja til at summa seg og leggja upp til, at skúlin skal læra næmingarnar at brúka kjattbottin gagnligt.   

Sambært Jeppe Bundsgaard, professara á DPU, er kjakið um kjattbottin innan skúlagátt (við serligum atliti at gymnasialum miðnámi) bygt á skeivar fortreytir. Hann er samdur í, at tað fer at verða lættari at snýta við kjattbottinum og enn torførari at uppdaga snýt. Og hetta er ein avbjóðing. Tó heldur hann, at tað er áhugavert, at “snýt” er tað týdningarmesta sjónarhornið í kjakinum. Hetta vísir, sigur Bundsgaard, at gymnasialt miðnám verður fatað sum eitt skiljingartól. Tað týdningarmesta er ikki, at næmingarnir læra nakað, men at tey fremja. Tey avrikini, sum skipanin ikki metir vera nóg góð, verða vrakað og mett sum snýt.  

Kjattbotturin er tí ein gyltur møguleiki at opna kjakið um, hvat endamálið er við gymnasialum miðnámi. Bundsgaard vil vera við, at tey sum finnast at kjattbottinum, tí hann ger tað lættari hjá næmingunum at snýta, síggja próvtøkuprógvið sum endamálið við miðnámi. Men prógvið er ikki høvuðsendamálið, sigur Bundsgaard. Endamálið við at ganga á miðnámi snýr seg um lívsmeistring, um hugbinding og um kritiska hugsan. Við øðrum orðum at næmingarnir ogna sær lívsmegi. Og er tað nakað heilt annað enn, at næmingarnir skulu vísa, at tey duga at fremja.

Bundsgaard sóknast tí eftir, at meira umfatandi evni verða sett á breddan, tá kjakið er um tilgjørt vit og kt innan miðnámsskúlaøki. “Hvønn týdning hevur tað fyri okkara samfelag, at tilgjørt vit hevur so stórt vald? Vit eru verjuleysir skapningar ímóti tech-gigantunum. Eitt nú hevur ChatGPT ein sera amerikanskan kynsmoral. Hvønn týdning hevur tað fyri kjakið í almenna rúminum?” spyr hann í samrøðu við Gymnasieskolen, 24. januar 2023.

De debatter er langt vigtigere, især for vores dannelsesinstitution. Vi har brug for at snakke om, hvordan vi beskytter os mod teknologier, der er helt uden for demokratisk kontrol. Det er meget vigtigere end en snæver debat om snyd. (https://gymnasieskolen.dk/articles/professor-problemerne-er-stoerre-end-snyd/)

 

Leikluturin hjá læraranum

At tilgjørt vit og onnur tøkni fer at gera læraran óneyðugan, er Bundsgaard ikki bangin fyri. Teldan megnar hvørki at hugsa kreativt ella kritiskt. Heldur ikki tøkniliga lærutilfarið kann bøta fyri leiklutin hjá læraranum, tvíheldur Bundsgaard um, hóast tað av summum skúlagranskarum verður sáddur ivi um, um lærarin hevur so stóran týdning longur. Leikluturin hjá læraranum verður skerdur og broyttur til at vera ein umstøðingur (facilitator), tí tøkniliga lærutilfarið er tillagað so mikið nógv frammanundan, at uppgávan hjá læraranum er at vegleiða heldur enn at undirvísa, vilja summi vera við.

Lucas Cone, sum skrivar ph.d innan útbúgvingarvísind, tekur undir við Bundsgaard. Sambært Cone eigur leikluturin hjá lærarunum at styrkjast. Børn og ung í dag verða díkt undir av ósáldaðari vitan frá alskyns miðlum, og metir Cone, at ein tann týdningarmesta uppgávan hjá læraranum og skúlanum er at hjálpa næmingunum at “rudda” í hesari vitanini, at viðgera og skipa hana, soleiðis at børnini og tey ungu búgvast til at vera sjálvstøðug, virkin og kritisk.

Nakrir og fjøruti fólkaskúlar í Danmark hava í trý ár royndarkoyrt lærugreinina “teknologiforståelse” (tøknifatan). Royndarkoyringin endaði í 2021, og nú er upp til myndugleikarnir at avgera, um lærugreinin skal gerast einstøk lærugrein, ella um hon skal gerast partur av øllum lærugreinunum í fólkaskúlanum.

Lærugreinin hevur til endamáls lutvíst at geva næmingunum kt-førleikar, at skilja kt-amboðini, og hvussu hesi kunnu nýtast skynsamt, og lutvíst at búgva næmingarnar til talgilda heimin. Talgildisbúgving snýr seg um at læra seg skynsamligan atferð á talgildu miðlunum, at menna sína kritisku hugsan í samband við viðgerð av talgildum tilfari og úr einum etiskum sjónarhorni at meta um sambandið millum menniskju og tøknina.

  

Ein spegil  

Tøknin og serliga tilgjørt vit kunnu tykjast bæði bergtakandi og ræðandi. Bergtakandi, tí tað er, sum ein nýggjur heimur verður opnaður fyri okkum; ein heimur, sum ofta ger lívið hjá okkum lættari og høgligari. Og ræðandi, tí hvat um vit, menniskju, missa tamarhaldið á menningini av tøknini, og tað tilgjørda vitið fær sítt egna lív og tekur ræði av okkum?

AI, sum tilgjørt vit kallast í altjóða høpi, er ein spegil av okkara menniskjansskapi. Skipanin handan kjattbottarnar avdúkar alt um okkum sjálvi, tí tað er menniskjað, sum er skaparin. Alt, sum verður lagt í teir, eru sjónarmið, hugburðir, fordómar o.a., sum eru knýtt at (ávísum) menniskjum.     

 

 

 

 

Ráðgevin
 

 

Námsfrøðilig menning

Dorthe Pedersen
dorthe@provstovan.fo
+298 555175