Vegleiðing til Pit Stop bøkurnar
Hetta er ein stuttur samandráttur av tí vegleiðing, ið er at lesa í Educational Intentions til allar Pit Stop bøkurnar frá 5. til 9. flokk.
Task Book
Arbeiðsbókin hjá næmingunum eitur Task Book. Tað hevur týdning, at hon verður brúkt sum høvuðsbókin, tí í henni verður tilskilað, hvar tú byrjar og endar og hvørjar valmøguleikar tú hevur. Task Book knýtir seg beinleiðis til tekstirnar í Topic Book og er fyri hvørt yvirskipað evni bygd upp eftir sama leisti. Arbeiðsbókin byrjar altíð við Introduction Text og Tasks, sum saman við Appetizer í Topic Book skal fyrireika næmingarnar at fara undir evni. Allir næmingarnir gera síðani Keywordsog Get Started sum fyrireiking til komandi tekstin. Í Keywords arbeiða næmingarnir við kjarnuglosum og í Get Started fyrireika teir seg til evnið og/ella fara í holt við at lesa ella hoyra viðkomandi tekstin í Topic Book. Næmingarnir byrja sostatt ongantíð við tekstasavninum Topic Book.
Task Book heldur fram við einum úrvali av valfríum uppgávum. Fleiri møguleikar eru, hvussu hesar uppgávurnar kunnu veljast. Ein háttur er, at hvør næmingur í samráð við læraran velur, hvørjar uppgávur hann skal gera. Hetta kann t.d. vera eftir teimum málum, ið næmingurin og lærarin í felag hava sett at arbeiða fram ímóti (sí Copy Sheets: Targets, Strategies and Evaluation), og/ella eftir hvør lærustílur hóskar seg til einstaka næmingin. Lærarin kann eisini áseta somu uppgávu/r fyri allan flokkin.
Síðurnar í Task Book hava antin eina hvíta ella eina litta bakgrund. Hevur síðan hvíta bakgrund leggja uppgávurnar seg aftur at Basic Texts í Topic Book, t.v.s. ein av fyrstu tekstunum til hvørt tema í Topic Book, sum allir eru kravdir. Er síðan litt, leggja uppgávurnar seg aftur at Extra Texts í Topic Book, sum kunnu veljast eftir tørvi og áhuga antin til næmingalagaða ella floksstýrda undirvísing. Uppgávurnar Keywords og Get Started eru kravdar fyri allar lisnar tekstir, t.v.s. bæði fyri Basic Texts og teir Extra Texts, sum kunnu verða valdir afturat.
Frá 7. flokki og uppeftir verður tikið saman um hvørt evni við serligum uppgávum, sum gera meir burtur úr at venja skrivligar og munnligar førleikar. 7. flokkur leggur dent á tað skrivliga, 8. flokkur á tað munnliga og 9. flokkur ger bæði.
Aftast í Task Book er ein sjálvstøðugur mállærupartur Working with Language, sum ikki er tengdur at uppgávum og tekstum annars. Her fáa næmingarnir høvi at arbeiða induktivt við mállæru. Lærarin stýrir sjálvur henda partin og avger tí nær og hvussu nógvar uppgávur talan er um hvørja ferð. Leiðbeining fær lærarin úr Educational Intentions.
Task Book vegleiðir næmingarnar harumframt í góðum arbeiðslagi, at seta sær mál og mátum at røkka teimum og í at eftirmeta.
Topic Book
Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.
Savnið er skipað í 5-7 yvirskipað evni, sum verða lýst úr ymiskum sjónar-hornum ígjøgnum eitt úrval av tekstum umboðandi ymisk tekstsløg. Hvørt yvirskipað evni er umboðað av 4-6 Basic Texts og 3-6 Extra texts. Topic Book leggur seg beinleiðis afturat Task Book og er fyri hvørt yvirskipað evni bygd upp eftir sama leisti við Appetizer, Basic Texts, Extra Texts og Wilbur’s World ella Tam’s Tricks. Allir næmingar arbeiða við Basic Texts, sum eru kravdir fyri øll og eyðkendir við síni hvítu bakgrund í bókini. Í 6. og 7. flokki enda Basic Texts altíð við einum skaldskaparligum teksti uttan uppgávur, sum bert er til at njóta. Extra Texts umboða valfríar tekstir, sum altíð hava eina litta bakgrund. Hesir eru ískoyti til yvirskipaðu evnini og kunnu veljast eftir tørvi og áhuga antin til næmingalagaða ella floksstýrda undirvísing.
Hvørt yvirskipað tema endar í 6. og 7. flokki við Wilbur’s World og Tam’s Tricks í 5., 8. og 9. flokki. Hetta eru skemtisøgur til næmingarnar at lurta eftir, samstundis sum teir stuðla seg til eina mynd í Topic Book.
Allir tekstir hava lyklaorð á síðunum og eyka orðalista fyri hvønn tekstin sær aftast undir Glossary Text by Text. Harumframt er ein nakað meir útbygdur orðalisti skipaður í stavrað undir Glossary A – Z við somu og nøkrum fleiri orðum.
Yvirskipaðu evnini kunnu lesast í aðrari raðfylgju, uttan at tað ávirkar progressiónina, men innan fyri hvørt evni sær er tað týdningarmikið at lesa tekstirnir í somu raðfylgju sum í bókini.
Næmingafløgan
Flestu tekstirnir í Topic Book eru eisini á fløgu sum mp3 fíla. Tó eru fleiri sangir bert á lærarafløgunum.
Harumframt hevur næmingafløgan eisini ljóðbrot til lurtiuppgávur ella ‘munnligar tekstir’, sum Task Book sipar til so hvørt. Somu ljóðbrot eru eisini á heimasíðuni hjá Pit Stop www.snar.fo/pitstop
Næmingafløgan er viðfest í permuni í Topic Book.
Teacher’s Guide
Lærarabókin eitur Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur bókin hevur undirheiti Educational Intentions og hin undirheiti Copy Sheets. Hetta er ein praktisk uppbýting, soleiðis at alt tilfar, sum er til at kopiera til næmingarnar er í einari og restin í hinari.
Educational Intentions er skipað eftir sama leisti fyri allar árgangirnar. Resources fevnir um viðkomandi upplýsingar og yvirlit í sambandi við, hvussu ætlanin er at brúka bøkurnar. Síðani er í Educational Intentions ein ástøðiligur partur við ymiskari kunning um læring og ymisk praktisk vegleiðing í sambandi við ráðlegging. Parturin Comments and Answers to Selected Tasks leggur stig fyri stig lag á undirvísingina við ymiskum hugskotum og svarlista, har tað er møguligt. Á sama hátt leggur Comments and Answers toWorking with Language lag á mállærupartin. CD Scripts fevnir um allar lurtiuppgávur ella ‘munnligar’ tekstir á skrift. At enda miðsavnar Background Information viðkomandi ískoytisvitan um ymisku evnini til læraran at brúka eftir tørvi.
Hin bókin hevur undirheiti Copy Sheets og er eitt savn við øllum skrivligum avritssíðum at kopiera beinleiðis til næmingarnar, t.v.s. uppgávur, spøl og skjøl til útfyllingar í sambandi við orðabókaarbeiði, at seta faklig mál og at eftirmeta. Til læraran eru harumframt skjøl til útfyllingar, sum hjálpa honum at fylgja við í og skjalprógva fakligu menningina hjá næmingunum á ymsu økjunum. Avritssíðurnar eru skipaðar í nummarrað.
Task Book vísir til næmingauppgávurnar í Copy Sheets so hvørt sum tær gerast viðkomandi í undirvísingargongdini. Nakrar av hesum avritssíðum eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá Pit Stop www.snar.fo/pitstop.
Afturat ymsu spølunum, sum eru partar av Copy Sheets tilfarinum, eru til 5. flokk harumframt eisini spælikort og borðspæl partur av heildini.
Teacher’s CDs
Á ljóðfløgunum til læraran eru allir tekstir og sangir umframt lurtiuppgávur ella ‘munnligir tekstir’. Samanumtikið fyri allar árgangirnar er umboðanin av enska málinum sera fjølbroytt. Ljóðfløgurnar til læraran kunnu spælast á øllum fløguspælarum.
Onnur eyðkenni
Næmingabøkurnar eru skipaðar soleiðis, at ein opna í Task Book og ein opna í Topic Book altíð hoyra saman og kunnu leggjast yvir hvørja aðra. Næmingurin hevur sostatt altíð tríggjar síður at arbeiða við í senn. Næmingurin heldur fram á somu opnu við at bøkurnar býta um pláss. Tá ið næmingurin er heilt liðugur við eina opnu, er hann eisini heilt liðugur við allar uppgávurnar, sum knýta seg til tekstin ella tekstirnar á opnuni. Tástani blaðar hann í báðum bókunum í senn. Soleiðis er alt savnað á einum stað og ongantíð tørvur á at blaða á næstu síðu, fyrr enn alt er liðugt
Næmingabøkurnar brúka ymisk frámerki sum leiðbeining. Niðast á øllum síðunum, har síðutalið stendur, er ein mynd, sum eyðkennir hvørt yvirskipað evni. Hetta gongur eisini aftur í evnisyvirlitum, ovast á øllum avritssíðum úr Copy Sheets og í Educational Intentions, har tað er viðkomandi.
Valfríu uppgávurnar hava allar eina mynd, sum ímyndar slagið av uppgávu. (Sí nærri frágreiðing undir The optional tasks undir Resources í Educational Intentions). Hetta lættir um fyri allar partar, tí næmingarnir kunnu á henda hátt arbeiða meiri sjálvstøðugt.
My Own Dictionary frámerkið er ætlað sum ein áminning um, at nú er tíð at skriva niður tær glosur, sum næmingurin vil læra.
Teknið, sum líkist einum persóni við einum píli vísir á, at tekstirnir/uppgávurnar eru valfríar. Hetta verður eisini undirstrikað við hvítu ella littu síðunum.
Fýrakanturin við ‘copy’ innaní er eitt frámerki, sum sigur, at nú skulu næmingarnir arbeiða við einum Copy Sheet.