Hendan gjøgnumgongdin av føroyskari hondbóltssøgu er verd at taka fram, nú okkara manslandslið skal spæla EM-endapæl í Týsklandi. Fleiri túsund føroyingar fara til Berlin og herheima fara øllum eygu at venda móti Berlin.
Nú Sandoyartunnilin letur upp, hevur Snar gjørt uppgávur um tunnilin, og hvønn týdning hann hevur fyri Sandoynna og føroyska samfelagið sum heild. Uppgávur eru til fólkaskúla og miðnám.
Um morgunin, 15. novembur 2022, kl. 8 fóru vit upp um 8 milliardir fólk á jørðini. Her eru nakrir spurningar at taka fram í flokkinum í hesum sambandi.
Undirvísingartilfar um kríggið, sum er brostið á, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hvussu fer Vesturheimurin at svara aftur? Og hvussu ávirkar kríggið Føroyar?
Nýtt brot er lagt á Snarsíðuna um fólkadráp. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg, har krígsbrotsmenn vórðu dømdir, hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal.
Undirvísingartilfar um valið til týska ríkisdagin 26. septembur. Tilfarið er hóskandi til miðnám, men kann eisini brúkast í elstu flokkunum í fólkaskúlanum.
Á Snar er ein frálík temasíðu um ferðslu. Ráðið fyri fersðlutrygd gjørdi síðuna í samstarvi við Nám í 2014. Ferðslusíðan er nú sett upp av nýggjum, so hon hóskar betri til ymiskar eindir.
Eysturoyartunnilin fer at broyta føroyska samfelagið munandi, eins og verandi vegakervi longu hevur lyft Føroyar frá staðbundnum bygdasamfeløgum til eitt felags meginland. Her er ein greinandi innleiðslutekstur og fýra uppgávur.