Skip to main content

Tíðin búgvin at viðgera skúlabyrjan

22.04.2010

Sum vanligt helt mentamálaráðharrin røðu á aðalfundi Føroya Lærarafelags. Her er røðan, sum landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, helt á aðalfundi Føroya Lærarafelags 17. apríl 2010

Góðu lærarafólk!

Fyrst skal eg takka fyri, at eg eri boðin at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi felagsins í dag.

At fáa høvi til at flyta fram røðu á aðalfundi Føroya Lærarafelags, kenni eg sum ein stóran heiður.

AÐALMÁL FÓLKASKÚLANS
Grundarlagið undir allari skúlaskipan okkara er fólkaskúlin. Tað er í fólkaskúlanum, at støðið verður lagt, og tað er tí ógvuliga umráðandi, at bæði myndugleikar, skúli, lærarar og lærarafelag leggja sær eina við at skapa góðar umstøður fyri menning barnanna, soleiðis at øll fáa sum mest burturúr hesum sera týdningarmiklu árunum í fólkaskúlanum.

Aðalmálið er, at einstaki næmingurin fær sum mest burtur úr skúlagongdini, at hann fær møguleika til at mennast bæði fakliga, musiskt/kreativt og sosialt. Hann skal læra at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd av egnari læring. Samstundis skal hann duga at verða partur av einum felagsskapi, læra at samstarva, taka avgerðir og kenna samábyrgd av arbeiðinum í flokkinum, virða onnur og duga at nýta meginreglurnar fyri at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelagi.

Skúlin einsamallur megnar ikki hesa stóru uppgávu. Fortreytin fyri at røkka hesum máli er, at tað er eitt gott og vælskipað samstarv millum skúla og heim, so at næmingurin røkir sína skúlagongd, og at heimið saman við skúlanum lærir næmingin at virða læring og síggja, hvønn týdning skúlagongdin hevur fyri útbúgving, arbeiði og møguleikum í samfelagnum. Tað er ein heiðurmikil uppgáva hjá lærarum at skipa fyri, at hetta samstarv fær høga raðfesting.

SKÚLABYRJAN OG STARVSBÓLKAR
Skúlin eigur at geva næmingunum bestu umstøður frá fyrsta skúladegi. Hugsað verður bæði um fakligar fortreytir og fysiskar karmar. Tað fyrsta skúlaárið er ofta tað týdningarmesta. Tað er her, at barnið lærir at vera skúlanæmingur. Eg havi í mínum arbeiði lagt stóran dent á byrjanarundirvísingina, og havi í hesum sambandi sett í verk eina partvísa tvílæraraskipan frá 1. august 2009. So spennandi verður at hoyra, hvussu henda skipan virkar í skúlunum.

Eg haldi, at tíðin er búgvin til at viðgera spurningin um skúlabyrjan nú. Skulu vit bjóða børnum okkara eitt skipað forskúlatilboð og á tann hátt samskipa dagstovnatilveru barnsins við ta komandi skúlatilveruna. Og hvussu samskipa vit dagstovnaøkið, forskúlan, frítíðarskúlan og byrjanarundirvísingina. Eg vóni, at Føroya Lærarafelag fer at gera sítt til, at tann fakfelagspolitiska forðingin millum starvsbólkarnar – lærarar og námsfrøðingar - verður beindur burtur endaliga. Tí eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at fakfelagspolitiskir spurningar eru ein av orsøkunum til, at vit ikki hava flutt okkum á hesum øki enn. Eg fegnist um tær fráboðanir, sum í seinastuni eru komnar frá lærarafelagnum, og vóni, at vit finna eitt felags stev sum skjótast.

Til tess at varpa ljós á spurningin um innskúling verður ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum tann 10. mai í ár – eg vóni at so nógv sum møguligt fáa møguleika fyri at koma, so at vit fáa sett hol á eitt gott kjak.


RÚMD Í UNDIRVÍSINGINI
Javnan tekur kjak seg upp um, hvørt allir næmingar kunnu rúmast í fólkaskúlanum. Sagt verður, at teir veiku fáa ov lítlan stuðul, og teir dugnaligastu ov fáar avbjóðingar. Takið er at fáa skipað ein skúla, har rúmd er fyri øllum næmingum, har bæði teir veiku og teir dugnaligu fáa avbjóðingar, sum kunnu nøkta teirra tørv.

Neyðugt verður tí við einum orðaskifti um, hvussu langt hugtakið rúmd í undirvísingini kann tambast, tá ið atlit skal takast bæði at einstaka barninum og til fjøldina.

MENNING HÓAST FÍGGJARLIGAN ALDUDAL
Fíggjarliga eru vit í einum aldudali, og hetta merkist í øllum samfelagnum og eisini innan skúlagátt. Í Ólavsøkupakkanum var mær álagt mær at spara kr. 5 mió. Men tá ið avtornaði, og fíggjarlógin varð samtykt, vantaðu uml 8 – 9 mió. í til tess at reka sama virksemi í 2010 sum í 2009.

Eingin veit, hvussu fíggjarútlitini verða frameftir, men ilt er at vænta sær nakran vøkstur her og nú. Tað er ein sannroynd, at hóast næmingatalið er munandi lækkað seinastu nógvu árini, so eru játtanirnar til fólkaskúlan nógv øktar. Tí er betri at skifta orð um, hvussu vit kunnu varðveita eitt høgt fakligt og pedagogiskt støði í skúlanum við á leið sama útreiðslukarmi. Útreiðslukarmurin er í 2010 5 mió. hægri enn í 2010, men av tí at vit ikki hava fingið semju um neyðugu bygnaðarligu broytingarnar enn, so merkist henda framskriving sum ein risastór sparing. So tað hevur skund at koma í gongd við at skipa Føroyar í skúløki. Stóran skund.

Eg havi boðað frá, at eg vil virka fyri, at tær rationaliseringar, sum kunnu fáast til vega við at leggja skúlabygnaðin um til øki, skal brúkast til menning av skúlanum til fjøltáttaða eftirútbúgving osfr. Tað, sum nú hendi, er beint tað øvugta. – eg noyddist at fremja sparingar, áðrenn komið var á mál at fremja tær bygnaðarbroytingar, ið í sjálvum sær eru rationaliserandi.

Eg hoyri, at lærarafelagið tulkar tað, sum hendi sum eitt prógv um, at ætlanirnar at umskipa skúlan var bara ein kamuflerað spariætlan. Og visjónin um at gagnnýta spardan pening til onnur endamál helt ikki. Tað kann mann siga. Men mann kann eisini siga – at tess meira skund hevur tað at koma í gongd við skúlareformin. Tí eingin skal vera í iva um, at í Mentamálaráðnum hevur fólkaskúlin allar hægstu raðfesting.

Men formulera vit ikki tílíkar visjónir í felag, sum mann kann kempa fyri, og seta seg í veð fyri, so verður salamimetodan ella plenuklipparin bara endurtikin ár eftir ár. Tí bara at berjast fyri pengum, tað nyttar ikki, tá ið eingir pengar eru til!!! Tað er umráðandi at vísa vilja til rationalisering, um man vil tryggja sær undirtøku fyri at fremja tær ábøtur, sum tørvur er á. Og eg geri hetta ikki einsamøll – tað er eingin møguleiki fyri tí. Eg seti mítt álit á, at tit lærarar ganga undan.

SKÚLAØKI
Tað er ein sannroynd, at okkum tørvar dynamikk og fleksibilitet í okkara undirvísingarskipan. Vit brúka ikki pengarnar rætt.

Ein loysn á hesum kundi verið at skipa landið í skúlaøki, har tað partvíst var upp til økini sjálv at skipa sína undirvísing eftir nærri ásettum reglum.

Ein slík skipan verður samstundis eisini við til at loysa upp í gomlum vanahugsanum um skúlabygnaðin, har tað verður undirvísingin av næminginum, sum fær fyrstu raðfesting og ikki, um skúlin er í bygdini ella ikki.

Hetta er tað broytingaruppskotið, sum í løtuni er til viðgerðar í Tinginum.

Tímajáttanin til skúlarnar næsta ár er munandi skerd, men tær ábøtur, sum eru gjørdar við tvílæraraskipanini í 1. og 2. flokki, verða ikki skerdar av hesum ávum. Heldur ikki eru miðfyrraðu tímarnir til serligan tørv skerdir. Skerjingarnar eru serliga framdar í tímatillutanini til framhaldsdeildina, 10. flokk og í reguleringsfaktorinum.

Játtanin til serligan tørv er tann sama sum seinasta ár, men av tí at nýggja leiðslan á Sernámsdeplinum hevur valt at raðfesta játtanina øðrvísi enn gjørt var í inniverandi skúlaári, so merkist hetta sum skerjingar í sjálvari tímajáttanini til næmingarnar við serligum tørvi. Á sernámsfrøðiliga økinum verður framhaldandi arbeitt við at fullnýta játtanina til serligan tørv og hildið verður fram við teimum umskipanum og samskipanum, sum nýggja leiðslan hevur lagt upp til komandi skúlaár.

MMR/FØROYA LÆRARAFELAG - SAMSTARV
Eg kenni tað sum eitt ógvuliga ábyrgdarfult starv at sleppa at vera við í arbeiðinum at leggja útbúgvingarligu framtíðina hjá komandi ættarliðnum til rættis. Men tað er samstundis ikki eitt “einmans” avrik. Her má lyftast í felag, og í hesum arbeiði eiga øll at fáa møguleikan at úttala seg og bera sínar hugsanir fram, bæði í talu og skrift. Eg vóni, at allir limir í Føroya Lærarafelag fara at taka lut í tí neyðuga orðaskiftinum, og at orðaskiftið fær eitt veruligt námsligt flog.

YMISKLEIKIN OG UNDIRVÍSINGARSKIPANIN
Eg havi undrast á, at alsamt fleiri næmingar hava serligan tørv og tíðum spurt meg sjálva, er ikki okkurt galið við okkara skúlaskipan, tá so er.

Hvussu rætt er tað, at einasta kriterium fyri, hvussu ella hvar ein næmingur skal fáa undirvísing, er aldurin? Skuldi tað ikki heldur verið soleiðis, at fakligi førleikin og evnini hjá næminginum til at kunna taka ímóti undirvísing, vóru avgerandi fyri, hvar næmingurin var plaseraður í undirvísingarskipanini? Gera vit børnunum eina bjarnatænastu, tá ið vit flyta tey víðari fram í skipaninni, vitandi, at tey ikki hava rokkið málunum í skúlaárinum frammanundan? Og er hetta yvirhøvur ein relevantur spurningur at seta í royndini at finna svar uppá, hví talið á næmingum við serligum tørvi veksur so nógv?

Hevði tað verið ein tanki at gjørt upp við flokshugtakið og givið næminginum ta undirvísing, sum hann er førur fyri at móttaka - uttan mun til aldur? Og hvussu kann ein tílík ambitión sameinast við eindarskúlan, ið hevur til endamáls at javnseta øll børn í mun til skúlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja allari stigmatisering?

STØRRI FRÆLSI Í UNDIRVÍSINGINI
Annað er skúlin sum arbeiðspláss. Ein skemalagdur skúli, har ein ringiklokka er so at siga einasta motiveringin til undirvísingarligu forloysingina. Skuldu vit flutt okkum til at fatað skúlan sum eitt arbeiðspláss hjá lærarum og námsfrøðingum frá kl.8 til kl. 16-17. Er tíðin komin at gera upp við skemalagda og floksbýtta skúlan?

Við tí í huga at geva skúlaleiðslum og lærarum størri frælsi til at arbeiða í størri heildum enn í einum lærugreinastýrdum skúla, verður í galdandi fólkaskúlalóg § 5, stk. 2 lagt upp til, at vit skipa arbeiðið í tríggjar størri heildir: Tær hugvísindaligu lærugreinirnar, tær náttúru-vísindaligu lærugreinirnar og tær skapandi lærugreinirnar. Okkara ætlanir í Menta-málaráðnum eru frá 1. august 2011 at geva skúlunum nýtt tíma- og lærugreinabýti, ið verður skipað samsvarandi ásetingunum um uppbýtið í § 5, stk.2, har lærugreinaheildirnar verða skipaðar í klokkutímar. (60 min. ístaðin fyri 45 min. sum nú). Hetta er eisini í størri samsvari við ársverkið hjá læraranum, har hvørt læraraársverk er 802 klokkutímar til undirvísing.

Skúlarnir fáa við nýggja tíma- og lærugreinabýtinum eitt størri háttanarfrælsi til at skipa sína undirvísing við atliti at lærugreinapørtum, heldur enn sum nú, bert við atliti at einstøku lærugreinini í tí einstaka flokkinum.

Fyri teir skúlar, sum longu eru byrjaðir við toymisstýrdari undirvísing, verður skipanin ikki nøkur stórbroyting, men hetta kemur at loysa upp fyri nøkrum tingum, sum í dag tykjast stirvin og lærugreinastýrd.

Eg vóni, at hendan ætlanin verður væl móttikin av lærarastættini, og at vit fáa í lag eitt orðaskifti um, hvussu ein tílík broyting best fæst at virka.

AVBJÓÐINGAR
Í TALIS-kanningini vísa lærararnir á ymiskt vandamál, sum vit eiga at seta á dagsskrá. Eitt er at virðingin fyri lærarastættini ikki er tann sama sum fyrr. Eitt annað er at ófriður í skúlunum er eitt alsamt vaksandi vandamál, eitt triðja er at tann fakliga og kanska serliga tann námsfrøðiliga leiðslan á tí einstaka skúlanum ikki er nóg góð og holl.

Eg vóni, at tit lærarar fara at geva tykkara kvalifiseraða boð uppá, hví vit hava hesar trupulleikarnar í skipanini, og hvussu bøtt kann verða um teir. Nógv bendir á, at leiðslurúmið á skúlunum er ov lítið, og at tað mest verður brúkt til skemalegging og annað fyrisitingarligt. Eisini tí mugu vit fáa størri eindir.

Nú er tað einaferð soleiðis, at virðing er ikki nakað man biður um, men virðing er nakað, sum onnur vísa einum í kraft av tí ein er ella ger!

Tað er eingin ivi um, at lærarastarvið í dag stendur fyri sera stórum avbjóðingum, sum ikki bert kunnu loysast við at uppdatera gamlar fyrimyndir. Tað er eingin framtíð í at byggja lærarastarvið á eina siðvenju, sum ikki hevur hald í framtíðini. Ein nýggjur ivi er komin inn í ta námsligu verðina. Tað er ein ivi, sum stendst av læruhugtøkum, kvalifikatiónum, autoriteti og innast inni eisini um, hvat kunnleiki í veruleikanum merkir.

Skúlans uppgáva er at gera hesi børnini, sum í dag ganga í 1. flokki til at gerast gagnligir samfelagsborgar í einum samfelagi, sum vit ikki vita, hvussu sær út, tá tey skulu liva í tí. Hetta er ein stór avbjóðing.

At enda vil eg siga, at eg havi allar størstu virðing fyri tí arbeiði, tit lærarar útinna hvønn einasta dag. Tit gera eitt fantastiskt arbeiði, sum vit øll eiga at vera takksom fyri. Eg veit, at avbjóðingarnar eru kolossalar. Hvørja ferð, samfelagið rembist, merkja tit tað – og skulu finna ta røttu tilbúgvingina, sum verjir barnið sum best.

Tað, sum eg havi sagt her í dag, er tí á ongan hátt ætlað sum ábreiðsla, men sum upplegg til eitt framhaldandi orðaskifti um hesa skipan, sum er tann týdningarmesta samfelagsskipanin yvirhøvur.

Takk fyri!