Skip to main content

Døgurðabókin - hin grøna

- hin grøna

Høvundur :

Maria Vilhelm,

Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga húsarhaldinum. Rættirnir eru ódýrir og skjótir at gera. Á bókini eru 90 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Maria Vilhelm hevur nýtt uppskriftirnar í undirvísingini og hevur gjørt eitt uppskot til samanseting av rættum, ið eru við í bókini. Eisini er stutt frágreiðing um amboðini, køksreglur, fitievni, ger og sukur. Allar síður í bókini eru plastaðar og tí væl egnaðar og haldgóðar til nýtslu í køkinum. Døgurðabókin – hin grøna er fyrra bókin av tveimum ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum. Døgurðabókin – hin reyða er framhald av hesari bókini.
Døgurðabókin - hin grøna
Døgurðabókin - hin grøna