Føroya søga 2
Á øðrum bindi av Føroya søgu, sum ber undirheitið Skattland og len, er høvuðsdenturin lagdur á miðaldarsøguna; tó umskarast frásøgnin í tíðar- og hendingarrøð, so at komið verður fram til um ár 1700. Bókin er prýdd við nógvum myndum, fleiri í litum. Strikumyndir og taluppsetingar geva yvirlit yvir ávís evni, serliga tann búskaparliga partin.
Fyrsti partur hevur yvirskriftina Stjórnarviðurskifti. Á honum verður m.a. greitt frá, hvat tað var at vera eitt skattland í Noregs ríki. Annar partur eitur Lív og samskifti í miðøld. Á honum verður greitt frá, hvussu hitt føroyska miðaldarsamfelagið livdi og virkaði. Á triðja parti verður tann samfelagsliga skipanin av kristindóminum viðgjørd og sjálv kirkjuskipanin. Á partinum Handilsviðurskifti fram til 1662 verður sagt frá Magnusi Heinasyni og sambandi hansara við Føroyar. Fimti og seinasti partur ber yvirskriftina Gablatíðin.