Handstavraðið (grøn)
Hervør og Høgni í triðja
Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði.
Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur Janus Dam Guttesen teknað fyrsta føroyska handstavraðið.
Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum uppgávubøkur, lærara- og foreldravegleiðingar, gjørt til bókina.