HetjaFO
Ætlanin við tilfarinum HetjaFO er at geva næmingunum ástøðiliga og empiriska vitan um sálarfrøðiligar faktorar, sum ávirka, hvussu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Bæði tá ið vit fremja hetjugerðir, og tá ið vit skaða hvønn annan ella bara lata standa til. Fyri at røkka hesi ætlan hava vit brúkt tvær høvuðsgreinar innan sálarfrøðina – ta sosialsálarfrøðiligu og ta evolutiónssálarfrøðiligu við smáum kagholum inn til aðrar greinar innan sálarfrøðina.
Útgávan fevnir um ástøðiligar tekstir, føroyska og altjóða gransking, umframt spurningar, spøl og venjingar, sum kunnu brúkast í viðgerðini av teim ymisku evnunum. Fleiri uppskot eru til uppgávur, ið eru ætlaðar sum íblástur til undirvísingina. Eisini eru video-nám brúkt, sum á ymsan hátt viðgera sentralu hugtøkini og evnini í HetjaFO-tilfarinum. Tey fevna um samrøður við ástøðingar og sosialsálarfrøðilig eksperiment, sum ikki verða gjørd í dag, tí tey ikki verða mett at vera etiskt í lagi.
HetjaFO-tilfarið hevur fýra partar, sum hvør viðger ymisk hugtøk og evni, sum onkursvegna snúgva seg um hetjur og tað at taka ábyrgd fyri andsfrælsi, tolsemi og javnrættindum. Partarnir kunnu bæði brúkast sum ískoyti í kravdu undirvísingini ella í valfría partinum av lærugreinini sálarfrøði. Tilfarið kann eisini brúkast í tvørgreinaligari undirvísing - eitt nú til greining og viðgerð av søguligum, samfelagsligum, málsligum ella listarligum viðurskiftum.
Í endamálsorðingini fyri føroyska miðnámsskúlan stendur, at næmingar í miðnámsskúlanum skulu ogna sær førleika at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, og taka á seg ábyrgd og skyldur í hesum høpi. Fyri at kunna taka á seg ábyrgd og skyldur at skapa eitt fólkaræðisligt samfelag, sum byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, er millum annað neyðugt at hava førleikar at viðgera og grunda yvir, hvørjir sálarfrøðiligir faktorar antin fremja ella forða júst hesum virðum.
Lagt verður upp til, at tit finna tykkara egna hátt at brúka og viðgera tilfarið, og at spurningarnir, spølini og venjingarnar í tilfarinum kunnu virka til at menna og styrkja innlitið í, hvussu hesi evni og hesir dynamikkir ávirka andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, sum endamálsorðingin fyri miðnám leggur dent á. Kanska tit koma fram til heilt aðrar mátar at viðgera evnini uppá. Avgerðin er tykkara.