Káin og Ábel - Grundbók
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Hetta er nýtt og fjølbroytt tilfar til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðgera siðfrøðilig evni. Tilfarið er samansett av grundbók, næmingabók (arbeiðsbók), lærarahefti og mappu við myndaglærum í litum og er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnámsskúlum.
Grundbókina Káin og Ábel - ein mýta um tveir brøður hevur Marjun Bæk, prestur, týtt úr norskum eftir prestin og rithøvundin Paul Leer-Salvesen. Hetta er søga til ung, ið byggir á bíbliusøguna um brøðurnar Káin og Ábel og lív teirra. Marjun Bæk og Karolina Matras, lærari, hava, við upprunafrásøgnini úr Bíbliuni og týddu søguni til ung sum útgangsstøði, gjørt undirvísingartilfar, ið ger tað áhugavert hjá lærarum og næmingum at viðgera siðfrøðilig evni í teimum eldru flokkunum. Farið verður víða um, nógvar ávísingar eru til viðkomandi bíbliutekstir, og nortið verður við nógvar stórar spurningar. Eisini ber til at fara í dýpdina og viðgera okkurt einstakt evni nágreiniliga. Vónin er, at fjølbroytnið í tilfarinum styrkir um møguleikarnar at nýta mongu evnini í øðrum lærugreinum eisini, t.d. í føroyskum, donskum, søgu/samtíð og í tvørgreinaligum lesnaði og verkætlanum. Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur og eyka lesnað. Hanne Jacobsen, studentaskúlalærari, hevur skrivað frágreiðingar og gjørt uppgávur til myndagreining. Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera siðfrøði. Hetta er arbeiðsbók við uppgávum, bæði til bíbliutekstir og søguna um Káin og Ábel, men eisini til greining av myndum. Til hvørt av høvuðsevnunum í næmingabókini eru prentað tvey listaverk, ið kunnu knýtast at søguni um Káin og Ábel, men eisini nýtast sum myndatilfar og lýsa siðfrøðiligu evnini meira alment. Næmingabókin er tí prýðilig bók, við málningum frá ymiskum tíðarrákum í listasøguni.