Káin og Ábel - Lærarabók
Lærarahefti
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur og eyka lesnað. Hanne Jacobsen, studentaskúlalærari, hevur skrivað frágreiðingar og gjørt uppgávur til myndagreining. Á læraraheftinum verður greitt nærri frá um Bíbliutekstin, hvat ein mýta er, um siðfrøði, gudsfatanir, menniskjufatanir og tey sjey høvuðsevnini í arbeiðsbókini. Høvuðsevnini eru: Øvund, onnur, upphav, sorg, harðskapur, ást og dreymar/framtíðarvónir.