Skip to main content

Lívfrøði 3 - næmingabók

Næmingabók

Høvundur :

Magnus Gaard,

Price :

<p>298.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6632/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Lívfrøði 3 er seinasta næmingabókin í bókarøðini til lívfrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókin er sum tær báðar undanfarnu næmingabøkurnar býtt í 4 partar. Allir partarnir eru onkursvegna framhald av evnum, ið eru viðgjørd í teimum báðum undanfarnu næmingabókunum.

Fyrsti partur er framhald av partinum um mannakroppin í fyrstu bókini. Í Lívfrøði 3 verður serliga hugt at fitini og vatninum og teimum skipanum av gøgnum í kroppinum, sum viðgera fitina og stýra vatninum í okkum. Eitt annað, ið verður lýst, er evnini kroppurin hevur at minnast. Nervaskipanin hevur tilvitað minni, men kroppurin minnist eisini. Verjuskipanin er gott dømi um tað. Í øðrum parti verða virus og bakteriur viðgjørd. Hesar smáverur eru allastaðni, og tær hava stóran týdning fyri okkum og fyri vistskipanir sum heild. Serliga viðkomandi gerast smáverurnar, tá ið tær gera okkum sjúk. Í triðja parti verður hugt at lívtøknini, og í fjórða parti verður vistfrøðiviðgerðin, sum byrjaði í Lívfrøði 2, tikin upp aftur. Nú eru evnini ítøkiligari. Hvørjar eru avleiðingarnar av mannaskaptum virksemi í náttúruni? Dálkingarhugtakið verður viðgjørt og somuleiðis mannaskaptar veðurlagsbroytingar og stóra minkingin í lívfrøðiliga margfeldinum á jørðini.

Bókin er 123 síður við myndum og tekningum. Magnus Gaard, studentaskúlalærari, hevur skrivað og Hannis Egholm hevur teknað til bókina og umbrotið. Ritstjórnað fyri Nám hevur Pól Jespersen.

Lívfrøði 3 - næmingabók
Lívfrøði 3 - næmingabók