Marknaðarlæra (netútgáva)
Søla og tænasta
Nettøka útgávan av Marknaðarlæruni er ein endurskoðað og nakað broytt útgáva av Marknaðarlæruni, sum kom út í 2002.
Útgávan, Marknaðarlæra, søla og tænasta, er ætlað næmingum, sum lesa marknaðarlæru á C-stigi á handilsskúlanum. Netútgávan kann eisini verða brúkt til undirvísing í eitt nú søgu og samtíð, bæði í eldru flokkunum í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.
Netútgávan er tøk sum pdf-skjøl, og hesi kunnu verða skrivað út. Tit kunnu skriva alla bókina út ella tann kapitul, sum tit hava tørv á.
Annfinnur Zachariassen hevur skrivað Marknaðarlæra, Søla og tænasta.