Nem í fjórða - Læraravegleiðing
Læraravegleiðingin til Nem í fjórða er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.
Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í fjórða og lýsing av lærugreinini føroyskt. Í Vegleiðing til partarnar verður víst á, hvussu tekstirnir í bókini kunnu lesast, og greitt verður frá uppgávunum í pørtunum. Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst: Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión. Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið endurminning. Endaleys vitan leggur dent á fakliga lesing og at arbeiða við heimasíðum. Unnustur og ræðuskítar leggur støði undir at menna greinandi og skaldsligu førleikarnar hjá næmingunum. Orðafjas leggur dent á at menna málfrøðiligu og orðalagsligu førleikarnar hjá næmingunum. Litirnir tala leggur dent á litir, fagurfrøði og fagurfrøðiligar snildir umframt grannamálini íslendst og norskt. Aðrar bøkur at vísa til: Nem í fjórða, Næmingabók (pappírsbók og netbók)