Nem í fjórða - Næmingabók
Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:
Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión.
Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið endurminning.
Endaleys vitan leggur dent á fakliga lesing og at arbeiða við heimasíðum.
Unnustur og ræðuskítar leggur støði undir at menna greinandi og skaldsligu førleikarnar hjá næmingunum.
Orðafjas leggur dent á at menna málfrøðiligu og orðalagsligu førleikarnar hjá næmingunum.
Litirnir tala leggur dent á litir, fagurfrøði og fagurfrøðiligar snildir umframt grannamálini íslendst og norskt.
Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgubrot, filmur, táttur, søga, mynd, myndasøga, bræv, endurminning, frumsøgn, ritroynd, yrkistekstur, máliskur, stuttprosa, yrking, sangur, myndabók.
Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út.